Fíggjarleiðari til Glasir

Tórshavn
Fyrisiting
Umsóknarfreist:

Fíggjarleiðari til Glasir

Hevur tú strategiskt yvirlit, sterkar fíggjarligar førleikar og hug at luttaka í menningini av Føroya størsta útbúgvingarstovni?

Starvið fevnir m.a. um dagliga leiðslu av fíggjardeildini, fíggjarstýring, strategiskt arbeiði,  menna arbeiðsgongdir innan økið, umframt at gera regluligar frágreiðingar til leiðsluna.

Á fíggjardeildini starvast fýra starvsfólk, ið vísa til fíggjarleiðaran. Fíggjarleiðarin vísir til umsitingarstjóran, men samstarvar eisini tætt við rektaran.

ARBEIÐSUPPGÁVUR
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugt og saman við øðrum at:

  • hava yvirskipaða ábyrgd av fíggjarætlanum og roknskapi
  • hava ábyrgd av fíggjarstýringini, herundir fíggjarligum greiningum, lyklatølum, framskrivingum og regluligum frágreiðingum til leiðsluna
  • luttaka í ráðleggingini av virksemi og øðrum tiltøkum, ið hava fíggjarliga ávirkan
  • samstarva við og ráðgeva leiðarum um fíggjarlig viðurskifti
  • menna og tryggja góðar arbeiðsgongdir
  • ráðgeva og stuðla leiðslu og starvsfólki innan økið
  • leiða og samskipa arbeiðið á fíggjardeildini
  • samskifta við myndugleikar og aðrar samstarvspartar

FØRLEIKAR
Tú hevur hægri útbúgving innan búskap og fíggjarstýring ella útbúgving og royndir, ið geva samsvarandi førleikar. Leiðsluroyndir og royndir við fíggjarætlanum, fíggjarstýring og greiningum kunnu vera ein fyrimunur. Harumframt er tað ein fyrimunur um tú:

  • dugir væl at samskifta á føroyskum, bæði munnliga og skrivliga
  • megnar at miðla fíggjarlig viðurskifti og greiningar á ein greiðan, gjøgnumskygdan og skilligan hátt

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvsbyrjan er 1. januar 2027 ella eftir nærri avtalu.

NÆRRI KUNNING OG UMSÓKN
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Janus Isfeldt, umsitingarstjóra, tel. 210330 ella við Unu Joensen, rektara, tel. 222059.

Umsókn, lívsrensl saman við møguligum prógvum og viðmælum, skulu vera Glasi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. novembur 2026, kl. 12:00.

Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin “Søk starvið”.

UM OKKUM
Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.

    Starvsupplýsingar

    Staður
    Tórshavn
    Bólkur
    Fyrisiting
    Deild
    Umsiting
    Slag
    Fast starv
    Umsóknarfreist
    Søk starvið

    Samband

    Navn: Janus Isfeldt
    Titel: Fíggjar- og umsitingarstjóri
    Telefon: +298 210330
    E-mail: jai@glasir.fo

    Navn: Una Joensen
    Titel: Rektari
    Telefon: +298 222059
    E-mail: ujo@glasir.fo