Starvsfólk hjá Glasi
Størv á glasi

Vælkomin til okkara starvssíðu


Um Glasir

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum. Á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar úbúgvingar. Størsta talið av lesandi ganga á miðnámi og á yrkisnámi. Harafturat bjóðar Glasir eina røð av hægri- og víðariútbúgvingum.

LEYS STØRV

Her sært tú, tá størv eru leys at søkja á Glasi.

Innlesur leys størv...
Sjálvboðin umsóknStarvsávísari (jobagent)

Okkara setanarmannagongd

1

Umsókn


2

Samrøður


3

Meting


4

Svar


Ein fjølbroyttur undirvísingarstovnur

Glasir er ein skúli, sum er vorðin til efitr at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn vórðu lagdir saman í 2015 og í 2018 var flutt í nýggja bygningin í Marknagili. Sosatt eru allir næmingar, lærlingar og lesandi savnað í Marknagili. Gamil handilsskúlabygningurin, sum liggur omanfyri nýggja bygningin, hýsir nakað av undirvísingini og virkseminum á Glasi, og Skúlaheimið verður stundum nýtt til undirvísing og tiltøk, tá brúk er fyri tí.

Sí leys størv
Starvsfólk hjá Glasi

Stavnhald

Stavnhaldið á Glasi lýsir, hvat vit gera, hvat vit vilja og hvussu vit eru. Stavnhaldið er vorðið til í einari tilgongd við luttøku frá starvsfólkunum á Glasi.

Endamál

Á Glasi útbúgva og búgva vit tann einstaka fakliga og menniskjaliga. Vit kveikja áhuga og forvitni fyri menning og læring. Hetta er okkara avgerandi leiklutur í samfelagnum.

Hugsjón

Sum fjølbroyttur útbúgvingardepil vilja vit gera mun og stremba áhaldandi eftir, at okkara útbúgvingar eru dygdargóðar. Í góðum felagsskapi mennast næmingar og lærlingar til framskygd, skapandi og virkin menniskju, sum drívmegi í einum burðardyggum samfelagi.

Virðisgrundarlag

Virðisgrundarlagið eru fimm hugtøk, ið starvsfólk á Glasi eru komin til. Hesi eru: At vísa virðing - At taka ábyrgd - At røkja góða felagsskapin - At skapa trivnað - At vit eru fakliga stolt.